ALS: Nú hækkar útgjaldið og inngjaldið lækkar

ALS: Nú hækkar útgjaldið og inngjaldið lækkar
Lógin um Arbeiðsloysisskipanina skal eisini samsvara við norðurlendska sáttmálan um almannatrygd
Við árslok í 2019 var eginognin hjá Als góðar 900 milliónir krónur
 
05.11.2020 - 08:53

Nú skal lógin um Als broytast, so hon samsvarar við norðurlendska sáttmálan um almannatrygd.

Sambært dómi hjá Føroya rætti í 2017, kann Als ikki krevja inngjald av A-inntøku, sum er vunnin í Noregi, hóast løntakarin fekk undantak frá at rinda sosial gjøld í Noregi. 

Sambært uppskoti, sum Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, legði fram í gjár, hækkar útgjaldið úr Als 1.000 krónur um mánaðin, upp í 18.500 krónur.

Og útrokningargrundarlagið hækkar úr 70 prosentum upp í 80 prosent. 

Útgjaldið úr arbeiðsloysisskipanini er ikki broytt síðan 2012. Og nú skal eftirløn gjaldast av pengunum, fólk fáa frá Als.

222.000 kr. um árið

Broytingin ger, at arbeiðsloysisstuðulin í mesta lagi kann vera 222.000 krónur um árið umframt eftirlønargjaldið.  

Eisini verður skotið upp at leggja saman kærunevndirnar hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini. 

Við árslok í 2019 var eginognin hjá Als góðar 900 milliónir krónur.

Inngjaldið til Als lækkar úr 1,25 prosentum niður í eitt prosent.

Inngjøldini fara úr 255 milliónum krónum í ár niður í 200 milliónir næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870