Umrøddu føroyskar prædikur og fongsulsviðurskifti

Umrøddu føroyskar prædikur og fongsulsviðurskifti
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hava havt fund í Keypmannahavn
Prædikur og fongsulsviðurskifti vóru á breddanum, tá løgmaður forsætisráðharrin hittust í dag
 
13.11.2020 - 15:19

Tað vóru serliga tvey mál, sum fingu nógva umrøðu, tá Bárður á  Steig, løgmaður, hitti Mette Frederiksen, forsætisráðharra, í Keypmannahavn í dag, sigur Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.

Løgmaður gjørdi greitt, at í Føroyum standa flest øll spyrjandi, nú tað kanska verður eitt krav, at føroyskar prædikur í Danmark skulu umsetast til danskt.

Danska stjórnin fyrireikar í løtuni eitt lógaruppskot um, at allar prædikur, sum verða hildnar í Danmark, skulu umsetast til danskt.

Føroyskt og grønlendskt serstøðu

Á fundinum vísti Mette Frederiksen, forsætisráðharri, á, at tað er ov tíðliga at siga, hvussu lógaruppskotið endaliga verður orðað. Hon vissaði kortini um, at danskir myndugleikar í løtuni viðgera ítøkiliga spurningin, um málini í ríkisfelagsskapinum ikki skulu hava eina serliga støðu, og tí eiga sleppa undan hesum kravinum. 

Mjørkadalur og fongsulsviðurskifti

Løgmaður og danski forsætisráðharrin umrøddu enn einaferð fongsulsviðurskiftini í Føroyum. Løgmaður vísti á, at umstøðurnar í Arrestini í Mjørkadali eru ikki nøktandi. Mjørkadalur er hvørki bygdur til arrest ella fongsul, og hóast ábøtur eru gjørdar, seta karmarnir óneyðugar avmarkingar fyri tey, sum sita dómin har, segði hann.

Bárður á Steig Nielsen og Mette Frederiksen eru samd um, at føroysk og donsk embætisfólk nú skulu umrøða og lýsa málið nærri, soleiðis at politisk semja kann fáast um, hvussu málið skal loysast, stendur í tíðindaskrivinum frá Løgmansskrivstovuni.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542