Frælsi brúkti 800.000 ov nógv

21.11.2020 - 14:07
AktueltSamfelag
Frælsi brúkti 800.000 ov nógv
Viðgerðarstovnurin á Eiði brúkti 20 prosent meira í fjør, enn løgtingið játtaði stovninum, staðfestir Landsgrannskoðanin.
 

Viðgerðarstovnurin Frælsi á Eiði brúkti 20 prosent meira í fjør, enn løgtingið játtaði stovninum á fíggjarlógini.

Tað staðfestir landsgrannskoðanin í síni frágreiðing fyri árið í fjør. Landsroknskapurin fyri 2019 varð viðgjørdur í løgtinginum í gjár, og har var eittnú meirnýtslan hjá Frælsinum umrødd.

Á fíggjarlógini fyri 2019 vórðu 3,9 milliónir krónur játtaðar til Frælsið. 

Men meirnýtslan var 797.000 krónur.

Í frágreiðingini hjá landsgrannskoðanini stendur, at landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur kunnað um, at sambært stovnsleiðaranum hevði stovnurin ov lítla játtan til at hava virksemi alt árið.

Meirnýtslan stavar, sambært Landsgrannskoðanini, frá meirnýtslu í samband við at útbúgva starvsfólk í Danmark í sambandi við krøv í nýggju lógini um rúsviðgerðarstovnar, umframt til til at útbúgva onnur starvsfólk í Føroyum. Eisini eru pengar brúktir til at knýta sálarfrøðing at stovninum, umframt eina eldávaringarskipan.

Martin Kúrberg, leiðari fyri Frælsi, hevur ikki hug at gera samrøðu nú.

Hann vísir tó á, at hann tíðliga í fjør boðaði frá, at játtanin fór ikki at halda. Og hann bjóðaði sær tí til at steingja virksemið á Frælsinum, ein part av árinum. Men tað vildi politiska skipanin ikki, sigur hann.

Fyrr í ár fekk Frælsi eina millión krónur í eykajáttan. 

-Við hesi eykajáttan kemur játtanin til Frælsi í ár at halda, sigur Martin Kúrberg.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021 er játtanin til Frælsi eisini hækkað við einari góðari millión, so hon tilsamans verður 5.072.000 krónur.

Í samband við fíggjarlógararbeiðið hevur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum fingið upplýst, at tað er reiðaríið "Palli hjá Mariannu", sum eigur bygningin, ið Frælsi húsast í á Eiði. 

Avtalan millum P/F Palla hjá Mariannu og Frelsunarherin er at leiga fyri 10.000 krónur um mánaðin. Í avtaluni stendur, at Frelsunarherurin hevur forkeypsrætt til bygningin, og at peningur, ið verður goldin í leigu, gongur inn á lánið, so at P/F Palli hjá Mariannu ikki hevur vinning av hesi avtalu. 
 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. januar
Meg minnist: Pætur Rasmussen (2:4)
118870
Sunnudag 17. januar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
119038
Sunnudag 17. januar
Bolero
119036
Leygardag 16. januar
Páskaoyggin
118471
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. januar
Andaktin
119046
Sunnudag 17. januar
Guðstænasta í kirkjuni við Norðskála
119037
Mikudag 13. januar
Mentanarvirðislønir landsins 2020
118890
Mánadag 11. januar
3-2
118764