Fimti hvør føroyingur vigar ov nógv

Fimti hvør føroyingur vigar ov nógv
Tað eru serliga arbeiðsleys og fyritíðarpensjónistar, sum eru feit, vísir kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum
Tey feitu hava eitt BMI, sum er meira enn 30
 
23.11.2020 - 09:17

Nógvir føroyingar viga ov nógv, vísir kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum, sum varð gjørd í fjør. Og tey viga meira nú enn í 2015.

Í 2015 høvdu 66 prosent av monnunum og 51 prosent av kvinnunum eitt BMI, sum var hægri enn 25. Tey, sum hava meira enn 25 í BMI, viga ov nógv.

Í fjør høvdu 69 prosent av spurdu monnunum meira enn 25 í BMI, hjá kvinnunum var talið 56 prosent.

Serliga kvinnurnar viga meira nú enn í 2015. Fleiri kvinnur hava nú ovurvekt, eitt BMI, sum er yvir 30.   

Flest í Sandoynni og Suðuroynni

Tey flestu, sum hava yvirvekt ella ógvusliga yvirvekt, eru í Sandoynni og Suðuroynni. Tey fæstu eru í Havn.

Samanum kann sigast, at fimti hvør føroyingur er feitur, sigur Fólkaheilsuráðið. Tey feitu hava eitt BMI, sum er yvir 30.

Tað eru serliga arbeiðsleys og fyritíðarpensjónistar, sum eru feit.

Samanbera vit føroysku tølini um yvirvekt og ógvusliga yvirvekt við onnur lond, eru tølini størri í Føroyum enn í Danmark, Noregi og Svøríki.

Føroyar eru beint aftan fyri Ísland og ikki langt frá USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887