Vestmenningar flest harur

Vestmenningar flest harur
450 harur uppá 19 túrar, er tað blivið til hjá vestmenningum
Tað hevur ligið hampiliga væl fyri. Í miðal eru fleiri harur skotnar í ár enn undanfarna ár
 
28.11.2020 - 13:53

Vestmanna eigur metið við 450 harum, nú bert 32 dagar eru eftir av harutíðini. Næst eftir Vestmanna er Miðvágur við 213 skotnum harum og á triðja plássið er Gásadalur við 198 skotnum harum.

Harubygd

Vestmanna er harubygd burturav og hevur átt metið í fleiri ár. Nógvir dalar gera økið væleygnað sum haruhagi.

Vestmenningar hava eisini verið nógvar túrar í haganum eftir haru í ár. Sambært haran.fo hava vestmenningar verið nógv flest túrar, 19 í tali eftir harum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890