Kvinna hevði son innibyrgdan í 30 ár

Kvinna hevði son innibyrgdan í 30 ár
Ein kvinna í Svøríki er handtikin undir illgruna fyri at hava havt sonin innibyrgdan í íbúð síni í svenska høvuðsstaðnum, Stokkholm, í 30 ár
 
01.12.2020 - 06:50

Sonurin hevur verið innibyrgdur síðani hann var 12 ár, og er nú meira enn 40 ára gamal. 

Tað var ein í familjuni hjá kvinnuni, sum gjørdist varug við drongin, tá hon sunnudagin skal hava verið í íbúðini. Hann hevði ilt við at tosa, var veikur, tannleysur og hevði stór sár á kroppinum.

Løgreglan vil ikki siga nógv um málið, men talskvinnan váttar, at málið verður kannað.

Sjúkrahúsið meldaði

Aftonbladet og Expressen skriva, at maðurin er fluttur á sjúkrahús, og sjúkrahúsið hevur meldað málið til løgregluna. Sambært Expressen skrivar, at drongurin gekk í skúla til sjeynda flokka, og eftir tað hvarv hann úr samfelagnum.

Kvinnan, sum fann mannin, sigur, at hon í nógv ár hevur havt illgruna um, at mamman innibyrgdi drongin. Tá kvinnan frætti, at mamma drongin var á sjúkrahúsi, fór hon inn í íbúðina.

- Øll íbúðin var køstaskitin, sigur kvinnan. - Har hevur eingin vaskað í fleiri áratíggju. Hetta var sum ein ræðufilmur, sigur hon. 

Var illa fyri

Maðurin sat í einum króki, og hann gjørdist nærum hjartkiptur, tá hon tendraði ljósið í íbúðini, sigur hon. Heilsustøðan hjá honum er ring, sigur sjúkrahúsið, og ikki hevur borið til at avhoyra mannin.

Aftonbladet skrivar, at familjan lýsir mammuna at hava vart sonin nógv og tað endaði við, at hon tók hann úr skúlanum og hevði hann heima. Undantikið mammuna, so hevur maðurin ikki havt samband við onnur fólk síðani hann var barn, sigur kvinnan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Veðrið
206133