Sleppa ætlanini um politilóg í Fraklandi

Sleppa ætlanini um politilóg í Fraklandi
Lógin verður fullkomiliga broytt, og nýggj lóg verður sett í verk
Seinastu tíðina hava verið mótmælisgongur í París ímóti politilógini, sum nú verður broytt munandi
 
01.12.2020 - 14:31

Franskir myndugleikar hava slept ætlanini um at seta umstríddu politilógina í verk. Lógin skerjir rættin hjá fólki at filma løgreglufólk í tænastu. 

Tað skrivar Reuters.

- Lógin verður fullkomiliga broytt, og nýggj útgáva verður í staðin sett í verk, sigur formaðurin í LaRem-flokkinum, Christophe Castaner.

Fleiri túsund fraklendingar hava gingið mótmælisgongu í gøtunum fyri at vísa sína ónøgd við lógaruppskotið.

Leygardagin vóru fleiri túsund mótmælisfólk í gøtunum í París og mótmæltu, og løgreglan skal hava nýtt vatnkanónir og táragass móti mótmælisfólkunum, skrivar Reuters.

Stórar mótmælisgongur hava eisini verið í øðrum fronskum býum, eitt nú Strasbourg og Lille.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576