Jákup Sverri tekur útgerð

Jákup Sverri tekur útgerð
Nýggja havrannsóknarskipið kom á Havnina í dag
Jákup Sverri á veg inn á Havnina
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.12.2020 - 16:03

Í dag fór manningin umborð á nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverra, og seinnapartin kom skipið á Havnina at taka útgerð.

Tað fer at taka nakrar dagar, og síðani verður farið at gera tær fyrstu kanningarnar fyri Havstovuna.

Í gjár varð Jákup Sverri latin Fiskimálaráðnum, eftir at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, og umboð fyri skipasmiðjuna Mest høvdu skrivað undir avhendingarskjølini.

Havstovan sigur, at ætlanin er eisini at vísa almenninginum skipið. Nærri verður at frætta um tað seinni, og hvussu tað verður skipað við atliti at koronu. 

 

Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Sunnudag 6. juli
Og ein summardag (2:2)
194098
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076