Sodavatnsframleiðarar dálka mest

Sodavatnsframleiðarar dálka mest
Triðja árið á rað eru altjóða fyritøkurnar, Coca-Cola, PepsiCo og Nestlé, útnevndar til at vera størstu keldurnar til plastdálking í heiminum
 
08.12.2020 - 06:55

Tað er felagsskapurin, Break Free From Plastic, sum á hvørjum ári ger ein lista yvir tær fyritøkur, sum dálka mest. Sodavatnsfyritøkan, Coca-Cola, er enn einaferð á fyrsta plássi. 

Sambært felagsskapinum, Break Free From Plastic, eru plastfløskur frá fyritøkuni tað mest vanliga plastruskið á strondum, í áum, lundum og líknandi støðum í 51 av teimum 55 londunum, sum kanningin umfatar. 

Tað er ein vøkstur frá í fjør, tá tað var tað mest vanliga í 37 av 51 londum. 

Tilsamans 13.834 stykkir av plasti, sum Coca-Cola framleiddi, vóru skrásett í kanningini, ið er meira enn frá PepsiCo og Nestlé samanlagt. Plaststykkir frá teimum báðum feløgunum vóru ávíkavist 5.155 og 8.633.

Úrslitini hjá Break Free From Plastic byggir á arbeiðið hjá 15.000 sjálvbodnum, ið samlaðu 346.494 stykkir av plastruski í ár. Tað eydnaðist at eyðmerkja framleiðaran av 63 prosentum av plastinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096