Hasfjord steðgaði upp í Nólsoyarfirði

Hasfjord steðgaði upp í Nólsoyarfirði
Fyri aðru ferð upp á tveir dagar eru trupulleikar á Nólsoyarleiðini
 
12.12.2020 - 15:34

Strandfaraskipið Hasfjord fekk í dag maskintrupulleikar í Nólsoyarfirði og mátti sleipast til Havnar. 

Sambært Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðara í Strandferðsluni, er trupulleikin ein slanga til ein hjálpimotor, ið brast undir sigling. 

Pressarin fór út til Hasfjord og sleipaði skipið aftur til Havnar. 

Skaðin verður umvældur og miðjað verður eftir, at fáa Hasfjord í sigling aftur skjótast gjørligt.

Hasfjord er næsta avloysaraskipið á Nólsoyarleiðini, ið hevur fingið skaða hesa vikuna. 

Hasfjord bleiv nevniliga sett á røkja farleiðina, aftaná at tveir rútar brotnaðu umborð á Erlu Kongsdóttir, tá hon var á veg til Havnar í gjár. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815