Nýggj mutasjón í Stórabretlandi

Nýggj mutasjón í Stórabretlandi
Ein nýggj mutasjón av koronavirus spreiðir seg í Stórabretlandi
 
19.12.2020 - 14:32


Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnseon, kallaði í gjár inn stjórnina til skundfund fyri at tosa um, hvussu nýggja mutatiónin av koronuvirusinum skal handfarast. 

Mutatiónin hevur breitt seg um alt Bretland seinastu vikuna, skrivar Reuters.

Matt Hancock, heilumálaráðharri í Bretlandi, hevur ávarað um, at mutatiónin tykist fáa virusið at breiða seg skjótari.

Mikudagin stongdu allar matstovur í høvuðsstaðnum, London, eftir at nýggi varianturin av koronu varð staðfestur. 

Reuters skrivar, at stjórnin í Bretlandi umhugsar nýggj smittuverjutiltøk, - millum annað forboð móti at ferðast millum partar av landinum.

Tiltøknini verða helst almannakunngjørd seinni í dag, skrivar tíðindastovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Fríggjadag 4. september
Beinleiðis úr Studio 5: Tóra Trónd
212714
Fríggjadag 4. september
RagnarRokk: Garty Meskil um Stone Cold Anger
212036
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532