Pfizer stuðlar Thetis við 700.000 kr.

Pfizer stuðlar Thetis við 700.000 kr.
Kanningarstovan Thetis stendur fyri kanningini, sum byggir á arbeiðið hjá Maritu Debess Magnussen og øðrum í 2018
Kanningarstovan Thetis hevur fingið stuðul frá heilivágsfyritøkuni Pfizer
 
06.01.2021 - 09:18

Heilivágsfyritøkan Pfizer stuðlar Thetis, sum kannar koppsett føroysk børn. 

Børnini eru koppsett fyri streptokokkus pneumoniae, sum kann elva til eitt nú lungnabruna og meningitis.

Pfizer hevur játtað 700.000 krónur til kanningina.

Koppsett í 12 ár

Pfizer ger vaksinuna fyri streptokokkus pneumoniae. Kanningarstovan Thetis stendur fyri kanningini, sum byggir á arbeiðið hjá Maritu Debess Magnussen og øðrum í 2018.

Kannað verður, um børn, 0 til 7 ár, í dagstovnum hava streptokokkus pneumoniae.

Føroysk børn eru koppsett í 12 ár.

Men Phd-kanningin hjá Maritu Debess Magnussen í 2018 bendir á, at koppsetingin ikki virkar móti einari serotypu av teimum 13. 

Skal verja fyri lungnabruna og oyrnastingum

Koppsetingin skal verja fyri lungnabruna, oyrnastingum, meningitis og øðrum sjúkum.

Nýggja granskingarverkætlanin skal svara, um koppsetingin, sum verður latin børnum, tá tey eru tríggjar mánaðir, fimm mánaðir og 12 mánaðir, er nóg virkin. 

Serliga verður kannað, um neyðugt er at broyta koppsetingina til fleiri serotypur enn tær 13, sum eru í koppsetingini nú.

Ein serotypa er ein variatión av teimum bakterium, sum hava sjúku við sær.

Í øðrum lagi verður kannað, um vit í Føroyum hava færri tilburðir av invasive pneumoniae, og hvørjar serotypur eru atvoldin til invasive pneumoniae. Invasive er, tá ið bakteriur koma í blóðið og onnur støð í kroppinum.

Granskingarráðið verður eisini biðið um at stuðla verkætlanini, og Thetis fíggjar ein part.

Úrslitið kemur móti ársenda í 2023, sigur Thetis. Kanningin umfatar 1.000 børn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576