Tríggir tilburðir í gjár - 900 fólk eru koppsett

bannari
Tríggir tilburðir í gjár - 900 fólk eru koppsett
Í løtuni eru 59 fólk smittað, og 178 eru í sóttarhaldi
 
07.01.2021 - 11:27

Tríggir koronutilburðir vóru í gjár. Allir tilburðirnir eru í smittuketum, sum landslæknin longu fylgir. Í gjár vóru 1.150 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru greinaðar. 

Nú eru 59 fólk framvegis smittað í Føroyum. Eitt fólk er innlagt. Og fyrradagin doyði fyrsta fólkið, sum hevði koronu, í Føroyum.

178 fólk eru í sóttarhaldi, stendur á heimasíðuni corona.fo

Nú eru 902 fólk í Føroyum koppsett fyri koronu. Tað svarar til 1,7 prosent av fólkinum í Føroyum.

Tá ið hendan vikan er liðug, hava okkurt um 1.200 starvsfólk á heilsu- og eldraøkinum fingið koppsetingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334