Landsliðsmiðverji til Dundalk

Landsliðsmiðverji til Dundalk
Sonni Ragnar Nattestad skiftir frá B36 til bestu írsku deildina, har hann skal spæla við Dundalk FC, sum í løtuni liggur nummar trý á stigatalvuni
Sonni Ragnar Nattestad skal nú royna seg í írskum fótbólti
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
10.01.2021 - 18:45

Sonni Ragnar Nattestad fer nú aftur at spæla fótbólt uttanlands.

Eftir eitt ár í B36 skiftir landsliðsmiðverjin til Dundalk FC í bestu írsku deildini, har felagið liggur nummar trý í løtuni, skrivar bolt.fo.

Hann verður liðfelagið hjá Ole Erik Midtskogen, sum spældi við KÍ í fjør.

Dundalk FC er níggjunda felagið, sum Sonni Ragnar Nattestad umboðar uttanlands.

Hava hugt at honum leingi

Venjarin hjá Dundalk, Filippo Giovagnoli, sigur seg hava hugt at Sonna Ragnar Nattestad í eina tíð.

 - Sonni er ein royndur landsliðsspælari, og ein spælari, sum eg havi fylgt leingi, sigur venjarin.

 - Hann var eitt stórt talent sum yngri og hevur spælt í Danmark, Íslandi og í Norra, har Ole Gunnar Solskjær keypti hann.

 - Hann er skjótur og ein dugnaligur bóltspælari, so hann er júst tann rætta týpan fyri okkum, sigur Filippo Giovagnoli.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096