Bjóða jørðarbeiðið til Sambýlið á Mýrini út

Bjóða jørðarbeiðið til Sambýlið á Mýrini út
Nýggja sambýlið kann hýsa 18 fólkum, sum hava menningartarn
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, á økinum, har nýggja Sambýlið á Mýrini verður bygt
 
12.01.2021 - 15:15

Í morgin verður jørðarbeiðið til byggingina av nýggja sambýlinum á Mýrini í Hoyvík boðið út.

Nýggja sambýlið á Mýrini er til fólk við menningartarni, og verður bygt, har tað frammanundan var eitt sambýli í tveimum sethúsum, sum vórðu tikin niður.

Nýggja sambýlið er til 18 búfólk, og verður sniðgivið og bygt til endamálið. 

Tríggjar eindir

Sambýlið fevnir um tríggjar eindir við seks búfólkum í hvørji eind.

Tvær eindir, sum eru á veghædd, fevna um sjálvstøðugar íbúðir á umleið 40-50 fermetrar. Knýtt at hvørji av hesum báðum eindunum verður køkur/stova.

Triðja eindin fevnir um vanligar tvey-rúms íbúðir á umleið 55 fermetrar brutto við egnari inngongd, sum er í erva, har til ber at ganga beinleiðis inn í íbúðina, uttan at fara inn í sambýlið í neðra.

Umframt búeindirnar hevur sambýlið felags hentleikar, so sum dur, gongd, sansarúm og hvílirúm til búfólkini, vaskirúm og goymslu

Starvsfólk vera um búfólkini, og veita teimum ta røkt og umsorgan, teimum tørvar.

Broytingaruppskot í tinginum

Broytingarlógaruppskotið er í løtuni til viðgerðar í Løgtinginum, og fekk eina positiva 1. viðgerð í Løgtinginum. Farast kann undir jørðarbeiðið, tá ið lógaruppskotið er samtykt, sigur sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna.

Tað er Landsverk, sum bjóðar út vegna Almannamálaráðið, og útbjóðingin verður á heimasíðuni hjá Landsverki 13. januar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mikudag 16. september
Eitt korter við klassiskum
213339
Mikudag 16. september
Disney mótmælti ikki Disneyland After Dark
213203
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221