Landsroknskapurin tekur tíð

Landsroknskapurin tekur tíð
Fíggjarnevndin hjá løgtinginum er ikki liðug at viðgera landsroknskapin fyri 2019
 
22.01.2021 - 08:10

Nevndin fekk uppskotið til samtyktar frá løgtingsgrannskoðarum eftir fyrru viðgerðina, sum var í løgtinginum 20.november.

Nú hevur Fíggjarnevndin biðið um - og fingið - freist til 5.februar at koma við áliti.

56 viðmerkingar og átalur

Løgtingsgrannskoðararnir hava grannskoðað landsroknskapin fyri 2019 við støði í frágreiðingum frá Landsgrannskoðanini og privatum grannskoðarum. 

Teir hava 56 viðmerkingar og átalur, onkrar hvassar, í uppskotinum til samtyktar.

Teir átala til dømis hvassliga, at einki skipað eftirlit hevur verið fyri at halda lív í krøvunum, og at landskassin tí má avskriva slakar 161 mió.kr. í effektivum veðhaldsútreiðslum.

185,5 milliónir til innhentingar

Talan er um landskassaveðhald frá 1980unum í fiskivinnuni. Landið noyddist at leggja út 1,6 milliardir krónur, tí veðhaldini gjørdust effektiv.

185,5 milliónir krónur hjá 104 skuldarum eru til innheintingar, men 160,8 milliónir krónur eru fyrnaðar. Eftir eru 24,7 milliónir krónur hjá 45 skuldarum.

Løgtingsgranskoðararnir átala hvassliga, at ikki er forðað fyri, at landskassin missir góðar 160 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672