Jóhan og Danmark heimsmeistarar

Jóhan og Danmark heimsmeistarar
Danmark vann í dag heimsmeistaraheitið í hondbólti fyri aðru ferð upp í slag, tá liðið vann 26-24 á grannunum úr Svøríki í Kairo í Egyptalandi.
 
31.01.2021 - 18:58

Tað stóð á gomlum nøglum eina løtu í fyrra hálvleiki, tá Svøríki var framman fyri við tveimum málum. Men tá avtornaði vann Danmark ein tryggan sigur í HM-finaluni í hondbólti í Cairo í Egyptalandi. 

Tíverri fyri føroyingar, so sat Jóhan á Plógv Hansen enn einaferð á áskoðaraplássunum og hugdi at, og vónbrotið bleiv ikki frægari av, at maðurin, sum Jóhan á Plógv Hansen kappast við á høgra vongi, Lasse Svan, noyddist út við skaða í fyrra hálvleiki. 

Tað gjørdi, at tann annars so raski høgri bakkurin, Mathias Gidsel, noyddist at spæla vongur í dystinum, ið er nakað, hann ikki hevur gjørt síðani hann var dreingjaspælari. Men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, tí tað gjørdi, at pláss bleiv fyri Nikolaj Øris, sum hevur sitið nógv á beinkinum, á høgra bakki, og tað er ikki ov nógv sagt, at Øris helt Danmark inn í dystinum í fyrra hálvleiki við nøkrum frálíkum málum. Serliga eitt undirhondsskot upp í málhornið skaraði framúr. 

 

Landin vísti klassan

Í seinna hálvleika var tað tó heimsins besti hondbóltsmálmaður, Nikolas Landin, sum av álvara vísti, hvørjar dygdir hann hevur. Ferð eftir ferð bjargaði hann, tá sviar høvdu opnar málmøguleikar, og tað tók at enda pippið frá svium. 

- Eg eri erri av liðnum, segði Niklas Landin, sum eisini er liðskipari. Vit hava ikki nógvar løtur í dystinum, har vit missa bóltin, so sviar kunnu fara í mótálop. Og so haldi eg, a  vit kempa sum eitt lið. Og tá tað sá svartast út, so kom Jacob Holm á vøllin og skýtur try umráðandi mál 

Nilas Landin nýttið eisini høvið at nevna koronatíðina. 

- Tað er ein hørð tíð vit liva í, og um vit hava kunna givið okkara landsmonnum okkurt at gleðast um, so er tað fantastist. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358