Bæði uppskotini um barsil til samkynd feld

Bæði uppskotini um barsil til samkynd feld
Hóast Johan Dahl atkvøddi við andstøðuni i kvøld, so fullu bæði uppskotini
Johan Dahl í løgtinginum í dag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.02.2021 - 20:07

Bæði uppskotið hjá meirilutanum í Vinnunevndini og broytingaruppskotið hjá Christiani Andreassen vórðu feld í løgtinginum í kvøld. 

Løgtingið hevur í dag viðgjørt uppskotið um at javnseta samkynd foreldur við onnur foreldur í barsilsskipanini. Málið hevur elvt til mikið kjak seinastu mánaðirnar - einamest tí samgongan er í tvíningum um hetta málið.

Tingfundurin skuldi byrja klokkan 11 í morgun, men varð útsettur, tí samgongutingmaðurin, Christian Andreassen, arbeiddi við einum broytingaruppskoti, ið síðani varð lagt fram.

Meira um hetta málið seinni í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985