Fitt av svartkjafti landaður á Tvøroyri

Fitt av svartkjafti landaður á Tvøroyri
Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu og Gøtunes landaðu í desember og januar tilsamans 17.320 tons av svartkjafti, sum alt er farið til matna
 
09.02.2021 - 07:03

Skipini hjá Varðanum landaðu fitt av svartkjafti til virkið á Tvøroyri í desember og januar, skrivar heimasíðan, suðurrás, á netinum.

Seinastu tveir mánaðirnar hava skipini hjá Varðanum roynt eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi. Svartkjafturin hevur verið góður, og støddin hampulig.

Fiskiskapurin hjá skipunum hevur ikki verið av tí besta, men væl hevur borið til, skrivar Suðurrás.

Tað mesta farið til Russlands

Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu og Gøtunes landaðu í desember og januar tilsamans 17.320 tons av svartkjafti, sum alt er farið til matna.

Tað mesta av vøruni er farið til Russlands, og nakað er farið til Hvítarusslands og Ukraina, og til fleiri Afrikansk lond, teirra millum Nigeria, Liberia og Congo.

Skipini fáa eitt sindur betri prís fyri fiskin á Tvøroyri enn tá hann verður landaður til ídna. Hetta hevur eisini verið gott fyri virkið á Tvøroyri, tí hetta hevur skapt nakað av arbeiði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672