70.000 færri gistingar í fjør, men fleiri í ár

70.000 færri gistingar í fjør, men fleiri í ár
Afturgongdin var 40 prosent í fjør, men í januar í ár hava verið 900 fleiri gistinætur
Stór afturgongd var í gistingum í fjør, men í januar í ár var framgongd
 
25.02.2021 - 09:50

70.000 færri gistingar vóru á føroysku gistingarhúsunum í fjør sammett við fyrraárið. Afturgongdin er 40 prosent. Tað vísa tøl hjá Hagstovuni.

Men afturgongdin er ikki so stór sum á gistingarhúsum í Danmark og Íslandi. Har minkaðu gistingarnar ávikavist 50 og 70 prosent.

Korona er atvoldin til, at færri gistinætur vóru í fjør. Í hagtølunum hjá Hagstovuni telja gistinætur, hvussu nógv, og hvussu leingi gist verður.

Framgongd í ár

80.000 gistingar vóru á gistingarhúsunum í Havn í fjør. Tað eru 45.000 færri enn árið fyri, ella 35 prosent.

Á gistingarhúsum uttan fyri Havnina vóru umleið 13.000 gistinætur í fjør. Tað eru 28.000 færri enn í 2019, og afturgongdin er umleið 70 prosent.

Hinvegin hevur framgongd verið í gistingum í januar í ár samanborið við sama mánað í fjør. Tilsamans vóru 5.500 gistinætur í januar, umleið 900 fleiri enn í fjør.

Meiri fæst at vita um tølini fyri gistingar her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Fríggjadag 5. juni
Morgunlestur fríggjadagur 5.juni 2026
208844
Hósdag 4. juni
RagnarRokk 4.juni 2026
208850
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233