Vinnulívið kann draga negativa rentu frá

Vinnulívið kann draga negativa rentu frá
Uppskotið staðfestir, at rentur, sum skulu gjaldast fyri at hava pening í peningastovni, kunnu eisini dragast frá
Sambært uppskoti, sum Jørgen Niclasen hevur lagt fyri tingið, skal bera til hjá vinnulívinum at draga negativa rentu frá í skatti
 
05.03.2021 - 15:18

Eitt uppskot um negativa rentu er komið í løgtingið. Higartil hevur TAKS ikki vitað, hvussu negativ renta skal viðfarast.

Tá ið skattalógin varð gjørd, var negativ renta nevniliga ikki til, og tí varð hon ikki nevnd í skattalógini.

Lógaruppskot komið

TAKS spurdi seg fyri hjá Fíggjarmálaráðnum, hvussu negativ renta skuldi tulkast. Boðskapurin var, at negativ renta kundi ikki dragast frá.

Men nú er eitt lógaruppskot komið frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, sum er eitt ynski um at tryggja vinnulívinum frádrátt fyri negativa rentu á innlánskontum. 

Við uppskotinum verður staðfest, at negativ renta, tað eru rentur, sum til dømis skulu rindast fyri at hava pening standandi í einum peningastovni, skal hava rætt til frádrátt, á sama hátt sum rentur, sum skulu rindast av skuld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860

Annað frá KVF