Vísa aftur at AstraZeneca elvir til blóðtøpp

bannari
Vísa aftur at AstraZeneca elvir til blóðtøpp
Okkara kanningar benda ikki á, at vandi er fyri blóðtøppi av koppingarevninum fyri koronu, sigur heilivágsfyritøkan
Koppingarevnið frá AstraZeneca er undir illgruna fyri at elva til blóðtøpp, men tað vísir heilivágsfyritøkan aftur
 
12.03.2021 - 09:47

Tað sigur fyritøkan, AstraZeneca, nú fleiri lond eru givin at koppseta fólk, eftir fleiri dømi um hjáárin.

Ritzau skrivar, at leiðslan í AstraZeneca vísir aftur, at vandin fyri blóðtøppi er størri, um fólk verða koppsett við teirra koppsetingarevni.

– Okkara kanningar siga einki um, at vandin fyri blóðtøppi í lungunum, ella onnur hjáárin, standast av koppingarevninum hjá okkum, siga umboð fyri AstraZeneca við Ritzau.

– Í veruleikanum eru hjáárinini hjá teimum, sum eru koppsett, minni enn vanligt, skrivar AstraZeneca.

Nóg trygt

ES hevur boðað frá, at koppingarevnið hjá AstraZeneca er nóg trygt, og tí kunnu lond halda fram at nýta evnið.

Bæði Frakland og Kanada hava boðað frá, at tey meta koppingarevnið frá AstraZeneca at verða trygt.

Danmark er givið at koppseta við AstraZeneca fyribils, eftir fleiri tilburðir av blóðtøppi. Millum annað doyði ein 60 ára gomul kvinna eina viku eftir, at hon varð koppsett, skriva danskir miðlar.

Koppingarevnið frá AstraZeneca er ikki komið til Føroya.

30 tilburðir

Heilivágsstovnurin í ES, EMA, hevur upplýst, at 30 tilburðir av blóðtøppi eru staðfestir í ES, eftir at fimm milliónir fólk eru koppsett við koppingarevninum frá AstraZeneca.

Men dentur verður lagdur á, at tað er ikki meir enn vanligt, og tí ber ikki til at siga, um koppingarevnið er orsøk til tað.

Bretland heldur fram at koppseta fólk við koppingarevninum frá AstraZeneca, hóast Danmark, Noreg og Ísland hava gjørt av at steðga á.

11 milliónir skamtar av koppingarevninum frá AstraZeneca eru latnir Bretlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040