Andstøðan ætlar at koma við felagssvari

Andstøðan ætlar at koma við felagssvari
Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava viðgjørt uppskotið um tilfeingisgjald
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sigur, at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn fara at lata Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, eitt felagssvar um tilfeingingsgjaldið
 
16.03.2021 - 09:59

Líkt er til, at teir tríggir andstøðuflokkarnir koma við einum felagssvari til uppskotið frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um tilfeingisgjald.

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, vil ikki siga nakað um innihaldið í svarinum, men hann sigur tó, at helst kemur eitt felags svar frá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn.

Hann væntar, at landsstýrismaðurin fær svarið í seinasta lagi í dag.

Andstøðulokkarnir fingu uppskotið mikudagin í síðstu viku, og teir hava nú viðgjørt tað.

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, hevur sagt, at flokkarnir vilja hvør í sínum lagi hava broytingar í uppskotinum hjá landsstýrismanninum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672