Fleiri lond gevast við AstraZeneca-koppseting

bannari
Fleiri lond gevast við AstraZeneca-koppseting
Fleiri lond leggjast nú afturat teimum, sum gevast við at brúka koppingarevnið hjá heilivágsframleiðaranum fyri COVID-19
Lettland og Venesuela gevast nú við at brúka koppingarevnið hjá AstraZeneca
 
16.03.2021 - 07:06

Alsamt fleiri lond gevast við at nýta koppingarevnið fyri koronu frá AstraZeneca. Teirra millum eru Lettland og Venesuela, skriva NRK og Ritzau.

Lettland gav sunnudagin boð um ikki at nýta eina ávísa sending av heilivági frá AstraZeneca, tí ivi var um koppingarevnið, men í gjár góvu myndugleikarnir boð um at gevast við at nýta koppingarevnið í tvær vikur.

Í Venesuela skuldi koppingarevnið hjá AstraZeneca takast í nýtslu nú, men myndugleikarnir hava gjørt av, ikki at fara undir at nýta evnið frá AstraZeneca, og tað er av tekniskum ávum, sigur varaforsetin í landinum, Delcy Rodriguez.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820