Marjun í uppskoti at fáa norðurlendska virðisløn

Marjun í uppskoti at fáa norðurlendska virðisløn
Bókadeild Føroya Lærarafelags gav "Sum rótskot" út í fjør
Marjun Syderbø Kjelnæs, rithøvundur, er í uppskoti at fáa Barna- og ungdómsbókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum í ár
 
25.03.2021 - 13:49

Bókin "Sum rótskot" eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs er í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár.

Í grundgevingini sigur Norðurlandaráðið um bókina, at hon.. "skrivar seg beint inn í tíð okkara við tí økokritiska ráki, sum sæst í nútímans bókmentum. Bókin er tó meira enn bert ein veðurlagsskaldsøga. Hon er eisini, og kanska uppaftur meira, ein søga um tað, sum hugtekur okkum menniskju - bæði vaksin og ung - í dag. Hetta er ein bók um, hvussu ungdómurin ber seg at í einum heimi við avbjóðingum. Bókin tematiserar evni sum veðurlagsbroytingar, nýtslu av skíggjum, rúsdrekkamisnýtslu, sorg, og harafturat stór og torskild evni sum samleika, seksualitet, vísindi og trúgv."

Umhvørviskreppa

Bókadeild Føroya Lærarafelags gav "Sum rótskot" út í fjør.

Hendan ungdómsskaldsøga snýr seg um fýra vinfólk, sum vilja hava fólk at vakna og taka umhvørviskreppuna í álvara. Men tá tey velja at taka sakina í egnar hendur, fær tað avleiðingar, sum tey ikki høvdu ímyndað sær.

Bókin viðger spurningar sum: hvat gert tú, tá fólk látast sum einki, meðan heimurin verður týndur? Og hvat gert tú, tá ein sjúka hóttir við at taka tína bestu vinkonu frá tær?

Hevur skrivað nógv

Marjun Syderbø Kjelnæs hevur skrivað stuttsøgur, skaldsøgur, yrkingasøvn, barnabøkur, ungdómsbøkur, leikrit og sangtekstir. Hon hevur fingið fleiri virðislønir, m.a. Norðurlendska skúlabókavarðaprísin fyri ungdómsbókina "Skriva í sandin" í 2011. "Sum rótskot" fekk Mentanarvirðisløn Tórshavnar býráðs í 2020, og í ár fekk Marjun eitt ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins. Bøkurnar hjá Marjuni eru týddar til fleiri norðurlendsk mál umframt enskt, franskt og týskt.

300.000 kr.

Bókin "Sum rótskot" er í uppskoti saman við barna- og ungdómsbókum úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Grønlandi, Álandi og úr samiska økinum. 

Vinnarin verður funnin á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum, í Keypmannahavn 2. november.

Umframt heiðurin fær vinnarin eisini 300.000 krónur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204