Føroyar fáa skjótt eitt fólkaheilsustýri

Føroyar fáa skjótt eitt fólkaheilsustýri
Fólkaheilsustýrið, sum ætlandi tekur við á nýggjárinum, skal millum annað veita ráðgeving, greina heilsustøðuna og kunna
Føroyar fáa 1. januar 2022 eitt fólkaheilsustýri, ætlar landstýrismaðurin
 
29.03.2021 - 07:27

Stýrið skal við hollum kunnleika til føroysk viðurskifti loysa fleiri heilsufakligar uppgávur í føroyska samfelagnum.

– Tørvur er á einum stovni, sum kann verða millumliðið ímillum Heilsumálaráðið og heilsuverkið, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen.

Fólkaheilsustýrið skal veita heilsufakliga ráðgeving, gera fólkaheilsuarbeiði, lýsa og greina heilsustøðuna hjá føroyingum og veita almenna kunning um heilsuviðurskifti.

Skipast í stigum

Nógvar uppgávur liggja longu og bíða eftir Fólkaheilsustýrinum, ið skal setast og fáast at virka, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum.

Fólkaheilsustýrið verður skipað í stigum, og fer eftir ætlan at virka frá 1. januar 2022. Enn er tó ikki greitt, hvørji fólk fara at sita í stýrinum. 

Talan verður ikki um at skipa nýggjan stovn. Í staðin skulu uppgávur frá ymsum stovnum leggjast í Fólkaheilsustýrið, sigur landsstýrismaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541