Nevndin í Bakkafrosti afturvald

Nevndin í Bakkafrosti afturvald
Øll nevndin varð afturvald á aðalfundinum fríggjadagin. Eingin annar stillaði upp
 
12.04.2021 - 08:15

Í nevndini eru Johannes Jensen, Teitur Samuelsen, Annika Frederiksberg, Øystein Sandvik og Einar Wathne. Rúni M. Hansen er formaður. Tey eru øll vald í eitt ár.

Formaðurin fær góðar 470.000 krónur um árið, næstformaðurin slakar 295.000 krónur og onnur í nevndini góðar 235.000 krónur.

Gunnar í Liða varð afturvaldur til formann í valnevndini, og Leif Eriksrød og Eyðun Rasmussen vórðu eisini afturvaldir. Eingin annar stillaði upp.

Aðalfundurin samtykti, at vinningsbýtið verður 3,65 krónur fyri partabrævið, 216 milliónir krónur tilsamans. Á aðalfundinum vóru 29 milliónir og 464.839 partabrøv umboðað, 49,82 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339