Veiðigjøldini til viðgerðar í dag

Veiðigjøldini til viðgerðar í dag
Gjøldini eru mett at geva landskassanum okkurt um 300 mió. kr.
Uppsjóvarskipini og trolararnir í Barentshavinum skulu rinda veiðigjald, sum verður mett at geva landskassanum umleið 300 mió. kr. um árið
 
15.04.2021 - 09:07

Tingið fer í dag at viðgera lógaruppskotið hjá landsstýrinum um veiðigjøld. 

Lógaruppskotið byggir á eitt tilmæli frá arbeiðsbólki, sum embætisfólk í Fíggjarmálaráðnum, TAKS og Vørn vóru í.

Reiðarafelagið og Nótaskip vóru eisini við. 

Veiðigjøldini eru mett at geva landskassanum okkurt um 300 mió. kr.   

Uppsjóvarfiskur og Barentshavið gjalda

Veiðigjaldið verður ásett út frá miðal-avreiðingar-prísinum fyri óviðgjørdan, feskan makrel, norðhavssild og svartkjaft. 

Miðalprísurin verður ásettur fyri tíðarskeiðið 1.juli til 30.juni, og verður galdandi fyri árið eftir. 

Fyri botnfisk í Barentshavinum verður veiðigjaldið roknað út frá miðal avreiðingarprísinum á Fiskamarknaði Føroya árið fyri. 

Í báðum førum gevur stórur avreiðingarprísur lutfalsliga størri veiðigjald, lítil avreiðingarprísur gevur lutfalsliga minni veiðigjald.

Tingfundurin í dag byrjar klokkan 13.30.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672