Fiskaútflutningurin minkaður 16 prosent

Fiskaútflutningurin minkaður 16 prosent
Útflutningurin av fiskavørum frá mars í fjør til februar í ár var 7,4 milliardir krónur
 
18.04.2021 - 16:57

Hetta eru 1,44 milliardir minni enn tíðarskeiðið frá mars í 2019 til februar 2020. Minkingin svarar til 16 prosent, sambært Hagstovu Føroya.

Laksaútflutningurin minkaði við 663 milliónum krónum, ella 17 prosent. Útflutningurin av toski er minkaður næstan 350 milliónir krónur, ið er 31 prosent.

Minni varð eisini útflutt av makreli, 239 milliónir krónur ella 24 prosent minni. Hinvegin varð meira av slógvi og fiskaúrdráttum útflutt. Tann útflutningurin fór úr 143 upp í 201 millión krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815