Oljuprísurin lækkar triðja dagin á rað

Oljuprísurin lækkar triðja dagin á rað
Goymslurnar í USA eru størri enn mett, og koronufarsóttin ávirkar eisini prísin
Ein tunna av olju úr Norðsjónum verður í morgun seld fyri 65 dollarar
 
22.04.2021 - 09:51

Oljuprísurin lækkar í morgun, triðja dagin á rað, eftir at amerikansku oljugoymslurnar eru størri enn mett, og at koronufarsóttin ger meir um seg í India og í Japan, skrivar Reuters.

Ein tunna av olju úr Norðsjónum verður í morgun seld fyri 65 dollarar, ein dollara minni enn í gjár, og olja úr USA verður seld fyri 61 dollarar, sum er meir enn ein dollara minni enn í gjár.

- Oljuprísurin er komin undir trýst, tí óvist er, hvørja ávirkan koronusmittan í India og í Japan fer at hava á  oljunýtsluna, sigur japanski greinarin, Toshitaka Tazawa.

India og Japan eru lond, sum nýta ávikavist trið- og fjórðmest av olju í heiminum.

Samstundis vísir ein uppgerð, at amerikansku oljugoymslurnar eru størri enn mett, og tað leggur eisini trýst á oljuprísin, sigur greinarin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541