Dansifeløg og skótar skulu eisini fáa hjálp

Dansifeløg og skótar skulu eisini fáa hjálp
Fólk í øllum flokkum í Mentanarnevndini uttan Sjálvstýri hava lagt fram lógaruppskot um tað
Dansifeløg, skótar og aðrir almannagagnligar felagsskapir og áhugafeløg eiga eisini at fáa fíggjarliga hjálp úr landskassanum, halda flokkar í Mentanarnevndini hjá løgtinginum
 
27.04.2021 - 09:14

Dansifeløg, skótar og aðrir almannagagnligar felagsskapir og áhugafeløg eiga eisini at fáa fíggjarliga hjálp úr landskassanum, tí korona hevur gjørt, at tey hava mist pengar.

Fólk í Mentanarnevndini í løgtinginum, fólk í øllum flokkum uttan Sjálvstýri, hava lagt fram lógaruppskot um tað.

Tey siga, at fyrri hjálparpakkin fyri listafólk hevði hesar felagsskapir við. Men tey eru ikki við í hjálparpakkanum, sum nú er á veg. 

Kostar eina millión

Uppskotið fer at kosta eina millión krónur. Avtala er gjørd við Fíggjarnevndina um, at hon setir ta eina milliónina í álitið um eykajáttanarlógina fyri apríl 2021.

Almannagagnligar felagsskapir og áhugafeløg fáa stóran part av sínum inntøkum, tí tey leiga út høli. Ta inntøkuna hava tey mist. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329