Veiðigjøldini skulu koma í gildi næsta ár

Veiðigjøldini skulu koma í gildi næsta ár
Til nýggja lógin kemur í gildi, skulu veiðigjøldini verða goldin eftir verandi lóg, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini
Uppsjóvarskipini og trolararnir í Barentshavinum skulu rinda tilfeingisgjald
 
28.04.2021 - 08:44

Nýggju veiðigjøldini skulu ikki koma í ár, men næsta ár.

Tað heldur meirilutin í Fíggjarnevndini, Magnus Rasmussen, Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen og Jógvan Skorheim.

Fíggjarnevndin kom við áliti um veiðigjøldini í gjár. 

Sambært broytingaruppskoti hjá meirilutanum, skal lógin koma í gildi 1.januar 2022.

Til ta tíð, sum er 1.januar 2022 fyri botnfisk úr Barentshavinum og 1.august 2022 fyri uppsjóvarfisk, verða veiðigjøldini goldin eftir verandi lóg, sum kom í 2018.

Minnilutin mælir frá

Minnilutin í Fíggjarnevndini, Aksel V. Johannesen, Páll á Reynatúgvu og Ruth Vang, tekur ikki undir við uppskotinum hjá landsstýrinum, og mælir løgtinginum frá at samtykkja tað.

Minnilutin hevur einki broytingaruppskot. 

Andstøðan tekur undir við leistinum í uppskotinum. Men hon heldur, at uppskotið byggir ikki á nakrar útrokningar, sum siga, hvør veruliga tilfeingisrentan er. 

Tað er tó rættiliga sannlíkt, at tilfeingisrentan er munandi størri enn veiðigjøldini eru í uppskotinum, tá prísirnir eru miðal og ikki minst, tá ið prísirinir eru høgir, sigur minnilutin í Fíggjarnevndini. 

Tá prísirnir fara í botn, er ongin tilfeingisrenta. Kortini ætlar landsstýrið at taka veiðigjald frá fyrsta oyra.

Atkvøtt verður um uppskotið um veiðigjøld á tingfundinum í morgin.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345