Smáar 30 milliónir í nýggjum partapeningi

Smáar 30 milliónir í nýggjum partapeningi
Fleiri broytingar eru framdar í feløgunum hjá Skansa samtakinum
 
05.05.2021 - 09:12

Nakrar broytingar eru gjørdar í Skansa samtakinum fyri stuttum.

Norska felagið Havila Holding og smápartafelagið Sæborg teknaðu nýggja partapeningin í Skansa offshore.

Bæði feløgini vóru millum stóru partaeigarar frammanundan.

Havila setti 8,7 milliónir krónur í Skansa offshore og Sæborg góðar 21 milliónir krónur.

Skansi Offshore brúkti allan partapeningin, sum var í felagnum, 86,3 milliónir krónur, til at gjalda skuld.

Og partapeningurin í SK Invest, sum broytti navn til Skansi Ship Invest, er hækkaður úr 600.000 krónum upp í 41,2 milliónir krónur.

Partafelagið 6. september 2006, sum er dótturfelag hjá Skansa Offshore, teknaði nýggja partapeningin.

Partafelagið 12.11.11, sum eigur meirilutan í Smyril Line, 59,5 prosent, átti SK Invest og SK Invest II, sum bæði vórðu stovnað fyrr í ár. 

SK Invest II eitur nu Eldborg Invest, og partapeningurin er hækkaður úr 500.000 krónum upp í sjey milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672