Meiriluti fyri loysing á valinum í Skotlandi

Meiriluti fyri loysing á valinum í Skotlandi
Skotski tjóðskaparflokkurin, SNP, og Grøni flokkurin, hava fingið meiriluta í skotska tinginum
Nicola Sturgeon.
 
09.05.2021 - 09:39

Skotski tjóðskaparflokkurin, SNP, og Grøni flokkurin, hava fingið meiriluta í skotska tinginum.

Tað vísir úrslitið av valinum, sum var hósdagin. 

SNP hevur fingið 64 sessir og Grøni flokkurin átta. Báðir flokkar hava í síni stevnuskrá, at Skotland skal loysa frá Bretlandi.

Tilsamans eru 129 sessir í tinginum í Edinburgh.

Nicola Sturgeon, fyrstiráðharri og forkvinna í SNP, sigur, at valúrslitið vísir, at fólkið vil hava eina fólkaatkvøðu aftrat um loysing.

SNP vil hava fólkaatkvøðu í seinasta lagi í 2023, og væntandi fara tjóðskaparflokkurin og tey grønu at leggja trýst á bretska forsætisráðharran, Boris Johnson, um fólkaatkvøðu.

Boris ímóti

Men tað verður ikki sum at siga tað, tí Boris Johnson er ímóti fólkaatkvøðu í Skotlandi, og hann hevur avgerandi orðið.

Seinast, fólkaatkvøða var í Skotlandi, var í 2014. Tá atkvøddu 55 prosent fyri, at Skotland skuldi verða verandi partur av Bretlandi.

Myndugleikarnir í London siga, at atkvøðan í 2014 var ein møguleiki, sum tú bara fært eina ferð í hvørjum ættarliði.

Men Nicola Sturgeon og skotski tjóðskaparflokkurin vísa á, at støðan er nógv broytt, síðani Bretland fór úr ES í 2016.

Meirilutin av skotum er fyri, at Skotland fer upp í ES sum eitt sjálvstøðugt land. Meirilutin av skotum var eisini ímóti, at Bretland skuldi fara úr ES. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985