Innflutningurin minkaður hálva milliard

Innflutningurin minkaður hálva milliard
Frá apríl í fjør til mars í ár var innflutningurin í Føroyum stívliga átta milliardir
 
19.05.2021 - 05:17

Innflutningurin minkaði hálva milliard frá apríl 2020 til mars í ár. Tá varð innflutt fyri 8,1 milliardir krónur, sum er meira enn hálva milliard sama tíðarskeið árið fyri.

Verða skip og brennievni ikki tikin við, minkaði innflutningurin 88 milliónir krónur, ið svarar til 1,1 prosent, sigur Hagstovan.

Skipainnflutningurin er minkaður við 450 milliónum krónum, og vit hava eisini brúkt 338 milliónir krónur minni til brennievni, serliga tí brennievni hevur verið bíligt.

Tað, sum er innflutt til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, er frá apríl í fjør til mars í ár vaksið við 200 milliónum krónum, -ið svarar til 12 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650