Altjóða feløg skulu upplýsa um vinning og skatt

Altjóða feløg skulu upplýsa um vinning og skatt
Eftir avtaluni, sum ES hevur gjørt, skulu øll feløg, yvir eina ávísa stødd, almannakunngera sínar skattaupplýsingar á heimasíðuni
ES sigur, at avtalan er eitt stórt stig á leiðini at forða fyri, at pengar verða fluttir hagar, skatturin er lægstur
 
02.06.2021 - 11:29

ES hevur gjørt eina avtalu um, hvussu altjóða feløg skulu upplýsa, hvar tey vinna pengar, og hvar tey rinda skatt. Tað fer at geva gjøgnumskygni í virkseminum, skrivar DR.

ES-tingið hevur kunngørt, at londini eru samd um avtaluna, og sigur, at avtalan er eitt stórt stig á leiðini at forða fyri, at pengar verða fluttir hagar, skatturin er lægstur.

Londini hava samráðst um avtaluna í nógv ár, men lítið er hent í málinum síðani í 2016.

Eftir avtaluni skulu øll feløg, yvir eina ávísa stødd, almannakunngera sínar skattaupplýsingar á heimasíðuni.

Fleiri feløg finnast longu at avtaluni og siga, at hon er ikki nóg víðgongd, skrivar politico.eu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541