HB skal til Ungarn

HB skal til Ungarn
Um HB vinnur undankappingina í Champions League í Albania, skal felagið møta meistaranum úr Ungarn, Ferencváros
HB skal til Ungarn, um felagiðs pælir seg víðari úr undankappingini
 
15.06.2021 - 11:04

Um HB vinnur Champions League-undankappingina í Albania seinni í hesum mánaðinum, skulu føroysku meistararnir spæla ímóti Ferencváros úr Ungarn í 1. umfari.

Tað er greitt eftir lutakastið fyri løtu síðan.

Í undankappingini, har fýra feløg eru við, skal HB spæla hálvfinalu ímóti Inter Club d'Escaldes úr Andorra, har navnframi Ildefons Lima spælir. 

Í hinari hálvfinaluni spæla Folgore úr San Marino og Prishtina úr Kosovo. Síðan spæla vinnararnir finalu.

Møguligu dystirnir ímóti Ferencváros verða spældir 6/7 og 13/14 Juli.

Um HB ikki megnar at spæla seg víðari úr undankappingini, skal felagið spæla í nýggju UEFA-kappingini, Conference League.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290