Makrelskipini fiska og landa egna veiðu

Makrelskipini fiska og landa egna veiðu
Makrelskipini sigla framvegis eitt og eitt inn við veiðuni, tí framvegis er ólógligt at pumpa fisk millum skip, sum fiska.
 
24.06.2021 - 19:31

Tá Finnur Fríði kom av sínum fyrsta makreltúri í ár, fekk skiparin bót, tí hann hevði fiskað sjálvur OG pumpað makrel frá Tróndi í Gøtu og Gøtunesi umborð á Finn Fríða. Skiparin á Gøtunesi fekk eisini sektaruppskot fyri at hava latið makrel til Finn Fríða. Tað málið liggur í løtuni hjá løgregluni.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum boðaði eftir hetta frá, at hann fór at taka stig til at broyta viðurskiftini, tí tað gevur góða meining at skipini pumpa makrel ímillum sín. Kunngerðin sigur, at søkjast skal um loyvi til hetta frammanundan og mannagongdir hjá Vørn siga, at tað skipið, sum tekur makrel umborð frá øðrum, skal ikki fiska sjálvt.

Jacob Vestergaard sigur í dag, at samskifti er millum Fiskimálaráðið og Vørn, og at ein loysn verður funnin í næstum.

Makrelskipini fiska í løtuni norðan fyri Føroyar. Finnur Fríði er á veg inn at landa millum 400 og 500 tons, sum hann hesaferð sjálvur hevur fiskað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688