Útivallarmál skulu ikki longur telja eyka

Útivallarmál skulu ikki longur telja eyka
UEFA hevur gjørt av at strika regluna um útivallarmál í evropiskum fótbólti
 
25.06.2021 - 09:53

Næsta kappingarár verður tað einki, sum fer at eita útivallarmál. 

UEFA hevur gjørt av at strika regluna um útivallarmál í evropiskum fótbólti.

Reglan um, at liðið, sum skjeyt flest mál á útivølli í dystum í evropiskum kappingum, eitt nú Champions League, slapp víðari, um bæði liðini skutu eins nógv mál, varð sett í gildi í 1965. Ætlanin var at eggja liðum eisini at leypa á, tá tey spældu á útivøllin í evropiskum kappingum. 

 

Umdystur í staðin 

Skipanin kemur í gildi næsta kappingarár, 2021/2022, boðaði UEFA frá í gjárkvøldið.

Eftir nýggju reglunum skal umdystur vera, um tvey lið hava skorað eins nógv mál, uttan mun til, um tað er á heimavølli, ella á útivølli. Tá skal leikast tvær ferðir 15 minuttir, og stendur framvegis á jøvnum, skal dysturin avgerast við brotsspørkum.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777