Svenski forsætisráðharrin leggur frá sær

Svenski forsætisráðharrin leggur frá sær
Stefan Løfven leggur frá sær. Tað gjørdi kunngjørdi hann á tíðindafundi fyri løtu síðan. Løfven hevur tó ikki útskrivað nýval
 
28.06.2021 - 11:11

Svenski forsætisráðharrin Stefan Løfven leggur frá sær.

Tað gjørdi kunngjørdi hann á tíðindafundi fyrrapartin, eftir ein meiriluti í svenska parlamentinum atkvøddi fyri einum misáliti á Løfven fyri viku síðan.

Løfven hevur tó ikki útskrivað nýval.

 

Ikki útskrivað val

Løfven vísti á tíðindafundinum á øll tey tingini stjórnin hevði avrika síðstu árini, og vísti á, at landsins besta altíð má koma fyrst, og at val í úrtíð ikki var tað besta, sum støðan er nú.

Nú verður farið til eitt formansumfarð har formaðurin í svenska parlamentinum skal útnevna ein samráðingarleiðara til at skipa nýggja stjórn.

 

Bjóðar seg sjálvan fram

Hóast Løfven nú hevur lagt frá sær, er hann tó til reiðar at standa á odda fyri einari nýggjari stjórn, gjørdi hann greitt.

Fyri at skipa nýggja stjórn krevst, at 175 av teimum 349 parlamentslimunum ikki atkvøða ímóti nýggja forsætisráðharranum.

181 parlamentslimir atkvøddu fyri misálitinum á Stefan Løfven.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329