Politiið í Føroyum byrjar virksemið í Húsagøtu mánadagin

Politiið í Føroyum byrjar virksemið í Húsagøtu mánadagin
Mánadagin byrjar virksemið hjá politinum í Føroyum í Húsagøtu í Havn. Gamli bankabygningurin er umbygdur til endamálið
Mynd: Savnsmynd  
 
30.06.2021 - 07:58

Politiið er nú farið undir at flyta í nýggja bygningin í Húsagøtu í Havn.

Mánadagin byrjar virksemið hjá politinum í Føroyum har.

Arbeiðið at gera nýggju politistøðina er nógv seinkað 

Dagurin, tá ríkispolitiið skuldi taka við politistøðini við Húsagøtu, var 1.august í fjør.

So bleiv dagurin 1.desember, men byggingin bleiv jólatrøll.

Síðani bleiv 15.mars dagurin, men tá bar heldur ikki til. Næsti flytidagur bleiv ásettur at vera tann 1.mai.

Og so bleiv dagurin 1.juli. Og mánadagin 5.juli letur politistøðin í Húsagøtu upp.

Bygningsstyrelsen keypti gamla BankNordik bygningin frá Tórshavnar kommunu í oktober 2016.

Danska byggifelagið Ommen og Møller fekk arbeiðið at gera politistøðina.

Og arbeiðið byrjaði fyrst í januar 2019.

Bygningsstyrelsen byggir og eigur, og leigar síðani politinum bygningin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342