Nýggja sendifólkið í Ísrael kanska finnast í gomlu innstillingunum

Nýggja sendifólkið í Ísrael kanska finnast í gomlu innstillingunum
Uttanríkismálaráðið kannar nú, um teir báðir umsøkjararnir, sum í fjør heyst vórðu innstillaðir til starvið sum fyrsta føroyska sendifólk í Ísrael, framvegis hava hug á starvi
 
09.07.2021 - 07:10

Tá John Rajani upprunaliga fekk starvið sum føroyskt sendifólk í Ísrael, so varð hann innstillaður saman við tveimum øðrum umsøkjarum, sum eisini vórðu mettir at vera skikkaðir til starvið. 

Tí kannar Uttanríkismálaráðið nú, um teir báðir umsøkjararnir framvegis hava hug á starvinum.

Hevur hvørgin tað, verður starvið lýst leyst, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður. 

 

24 umsøkjarar

24 umsóknir komu, tá umsóknarfreistin endaði 28.september í fjør.

Ein innstilling varð gjørd. Í henni vóru tríggir umsøkjarar.

John Rajani fekk starvið, og byrjaði sum sendiharri í Tel Aviv 1.desember.

Men nú er hann vorðin løgmansstjóri og byrjar í tí starvinum 1.august.

Starvið sum sendifólk í Ísrael er tí leyst.

 

Kann blíva lýst leyst

Umsitingin í Uttanríkismálaráðnum kannaði, um umsóknirnar, sum komu í fjør, kunnu brúkast aftur nú ella, um starvið skal lýsast leyst.

Niðurstøðan er, at umsøkjararnir, sum vórðu innstillaðir í fjør, men ikki fingu starvið, skulu spyrjast fyrst.

Hevur hvørgin hug á starvinum nú, verður lýst eftir sendifólki til Ísraels.


  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329