Umhugsa at avmarka talið av børnum

Umhugsa at avmarka talið av børnum
Fólkaríkasti landsluturin í India, Uttar Pradesh, umhugsar at avmarka talið av børnum, sum verða fødd
 
18.07.2021 - 15:32

Fólkaríkasti landsluturin í India, Uttar Pradesh, umhugsar at avmarka talið av børnum, sum verða fødd. 
Fólkatalið í landslutinum, ikki landinum, er 240 milliónir. Sum skilst, so umhugsa myndugleikarnir ikki at banna fólki at fáa meira enn tvey børn. Ístaðin umhugsa myndugleikarnir at lata fólki ymiskar skattafyrimunir og atgongd til almenn størv bert fyri tey, ið ikki hava fleiri enn tvey børn. 

Umhugsa

Fólkatalið í India veksur við rúkandi ferð. Bert seinastu fimm árini, er fólkatalið vaksið við umleið 100 milliónum. Mett verður at fólkatalið fer upp um 1,4 milliard seinni í ár ella fyrst í næsta ár. 

Fólkaríkasta landið, Kina, hevur havt ein eitt barnspolitikk í nógv ár. 
      

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070