Makrelurin er beint sunnan fyri markið

Makrelurin er beint sunnan fyri markið
Makrelurin er nú komin úr altjóða sjógvi suður í føroyskan sjógv og er nú beint sunnan fyri markið.
Mynd: Savnsmynd  
 
22.07.2021 - 13:29

Fiskaríið er frægari nú enn tað var, men tað skal ikki nógv til, tí tað var rættiliga vánaligt.

Sambært heimasíðuni jn.fo kom Tróndur í Gøtu á Tvøroyri við 835 tonsum í nátt. 

Og Næraberg er á veg á Kollafjørð við fullari last av heilfrystum makreli, sum teir fingu í altjóða sjógvi og í føroyskum sjógvi.

Sambært avtaluni, sum Føroyar og Noreg gjørdu í síðstu viku, kunnu føroyingar fiska helvtina av kvotuni í norskum sjógvi í ár. 

Og Noreg sleppur at fiska helvtina av sínari kvotu í føroyskum sjógvi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. juli
Poppverturin
194207
Mánadag 21. juli
Morgunlestur mánadagur 21.juli 2025
194744
Nýggjastu sendingar í SV