CO2-útlátið veksur, tí skip aftra seg við at sigla í Sues-veitini

CO2-útlátið veksur, tí skip aftra seg við at sigla í Sues-veitini
Tøl hjá ES vísa, at skip sendu umleið 53 milliónir tons av CO2 út í atmosferuna í fjør, 45 prosent meira enn árið fyri
Skip aftra seg við at sigla í Sues-veitini, og tað elvir til størri CO2-útlát.
Mynd: Reuters  
 
21.07.2025 - 16:03

Tað kostar á CO2-kontuni, at skip aftra seg við at sigla ígjøgnum Sues-veitina.

Sambært nýggjum tølum frá grunninum fyri útlát hjá ES, sendu skip í fjør 52,8 milliónir tons av CO2-útláti út í atmosferuna, 45 prosent meira enn árið fyri.

Álop frá Iran-stuðlaðu Houthi-hermonnunum í Reyðahavinum hava noytt nógv skip at sigla suður um Afrika, í staðin fyri at fara gjøgnum Sues-veitina.

Hetta verður mett at hava havt við sær, at CO2-útlátið frá bingjuskipum hevur verið 18 milliónir tons aftrat.

Útlátið er tað mesta, síðani ES fór undir at savna tøl í 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025