Vilja hjálpa pólskum og føroyskum kvinnum við fosturtøku

Vilja hjálpa pólskum og føroyskum kvinnum við fosturtøku
Ætlanin er at brúka 20 milliónir krónur tey komandi fýra árini, at hjálpa føroyskum og pólskum kvinnum at fáa framt fosturtøku í Danmark.
Pernille Skipper, talskvinna í heilsumálum hjá Enhedslisten
Mynd: enhedslisten.dk  
 
24.07.2021 - 11:59

Við einum nýggjum uppskoti um fosturtøku, vilja danski Enhedslistin og De Radikale, rætta eina hjálpandi hond út til pólskar og føroyskar kvinnur, ið ynskja fosturtøku. Tað skrivar Informatión í dag.  

Ætlanin er at brúka 20 milliónir krónur tey komandi fýra árini, at hjálpa kvinnunum at fáa framt fosturtøku í Danmark. 

Uppskotið kemur í kjalarvørinum av herdu fosturtøkulógini í Póllandi. Nýggja lógin sigur eitt nú, at fosturtøka einans er loyvd, um talan er um neyðtøku, blóðskemd ella um lív og heilsa hjá mammuni er í vanda. Harumframt kunnu læknar, sum gera ólógligar fosturtøkur, vænta sær fongsulsrevsing. 
Áðrenn hesa seinastu herðingina bar til at fáa fosturtøku í Póllandi, um barnið var vanskapt ella bar brek, men tað er nú ikki longur ein haldbær grundgeving fyri at fáa fosturtøku.

Og hetta er ein gongd skeivan veg, sambært Pernille Skipper, talskvinnu í heilsumálum hjá Enhedslistanum, sum eisini vísur á í Informatión, at tey við hesum ikki eru bangin at leggja trýst á Føroyar, tá viðvíkur fosturtøkulógina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949