Nýggja havnin liðug í heyst

Nýggja havnin liðug í heyst
Trupulleikar vóru við boltunum í akkerunum, sum skulu halda bryggjuni, men nú er semja um, hvussu hendan umvælingin skal gjaldast
Gongst sum ætlað, verður nýggja havnin í Havn liðug um hálvan oktober
Mynd: Faroe Ship  
 
27.07.2021 - 09:50

Nýggja havnin í Havn verður ikki tikin í brúk fyrr enn í heyst, um hálvan oktober ella so.

Tað er nýggja ætlanin, sigur formaðurin í Vinnunevndini hjá Tórshavnar kommunu, Kári Johansen.

Sambært ætlanini, sum var undan hesari, skuldi havnarútbyggingin verða liðug nú 1.august. 

Upprunaliga var ætlanin, at fyrsti parturin í útbyggingini, sum var Skansabryggjan, skuldi latast kommununi í oktober í 2019, og seinna helvtin, eystara havnarøkið, skuldi latast kommununi í mai í fjør.

Trupulleikar við boltunum

Millum annað hava verið trupulleikar við boltunum í akkerunum, sum skulu halda bryggjuni. Fyrst bognaðu teir, og síðani slitnaðu nógvir boltar.

Nú er semja um, hvussu hendan umvælingin skal gjaldast. 

Betri trygging rindar ein part, byggifelagið ein, ráðgevararnir ein og kommunan ein part.

Enn er ikki greitt, hvør skal rinda skaðan, sum hendi, tá farmaskipið Tukama Arctica sleit í illveðri í november í fjør og rendi á bryggjuna.

Kári Johansen er formaður í Vinnunevndini í Tórshavnar býráð.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576

Annað frá KVF