Taka nú oljuna úr Eivindi

Taka nú oljuna úr Eivindi
Frystilínuskipið stendur framvegis á Flesjunum. Eivind hevur ikki fingið skaða, men kneysar eru í bæði borð við skrokkin
 
03.08.2021 - 06:40

Klokkan hálvgum seks í morgun fór Grønanes undir at taka oljuna úr Eivindi, sum rendi á Flesjarnar fyrrapartin í gjár, upplýsir MRCC í morgun.

Eivind hevur 39.000 litrar av olju. Av tí at hon er í nógvum tangum, teir eru einir átta í tali, tekur eina góða løtu at tøma skipið.

Oljubyrgingar eru lagdar uttan um Eivind.

Veðrið er gott, og tað verður gott næstu dagarnar, so bjargingin hevur sum so ongan skund.

Tá oljan er fingin úr Eivindi, verður avgjørt, hvat so skal henda.

Hevur ikki fingið skaða

Eivind hevur ikki fingið skaða. Kavarar hava kannað botnin, og kjølurin tykist hvíla í fleiri støðum.

Men kneysar eru í bæði borð tætt við skrokkin. 

Tá Eivind verður sleipaður av aftur, skal skipið helst koma beint út aftur, haðani tað kom inn, so skipssíðurnar ikki verða skamfílaðar, upplýsti MRCC í gjár.

Eivind var á veg av Havnini á Kollafjørð eftir útgerð, tá óhappið hendi klokkan 20 minuttir yvir ellivu í gjár.

Øll manningin var ikki við, men teir, sum vóru við, eru enn umborð.

Brimil liggur hjá Eivindi og Grønanesi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938