Gevst at rógva í eitt ár

Gevst at rógva í eitt ár
Sverri Sandberg Nielsen sigur, at trýstið á kroppin er stórt, og hann hevur pínu
Sverri Sandberg Nielsen, sum gjørdist nummar fýra í OL, gevst at rógva fyribils.
 
27.08.2021 - 11:35

Rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen, fer at steðga á í minst eitt ár frá róðrinum. Tað segði hann við Danmarks Radio fyrrapartin.

- Í løtuni havi eg tørv á at steðga á. Trýstið á kroppin er stórt, og eg havi pínu fleiri staðni, serliga í rygginum. Og so er hugurin at rógva ikki so góður í løtuni, sum hann hevur verið, sigur hann.

Tá Sverri gjørdist nummar fýra í olympisku leikunum, boðaði hann frá, at hann helst fór at gevast við at rógva, men hann hevur nú endurskoðað avgerðina.

Ikki lætt at gevast

- Eg havi ikki lætt við at gevast. Eg vil heldur enda, tá eg kenni, at eg havi rokkið málinum. Tí verður talan um ein steðg eitt skifti, heldur enn at gevast, men tað er ikki vist, at eg fari at venja aftur, sigur hann. Tað fáa vit at síggja um eitt ár ella so, sigur Sverri.

Hann vísir eisini á, at hann venur fleiri tímar hvønn dag, og tað gongur út yvir lesnaðin, sum skal geva honum eitt trygdarnet, tá ítróttartíðin er av, sigur hann við DR.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. juli
Veðrið
194969
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844