Landsstýrismaðurin: Busssambandið til Miðnám í Vestmanna riggar

Landsstýrismaðurin: Busssambandið til Miðnám í Vestmanna riggar
Næmingar úr Sundalagnum, Havn og Vágum savnast í Kollafjarðardali, og fara saman við bussinum til Vestmanna
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni, um busssamband úr Vágum til Miðnám í Vestmanna.
 
06.09.2021 - 15:43

Ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum millum Vágar og Miðnám í Vestmanna er løgd í neyvum samstarvi millum Strandferðsluna og leiðsluna á skúlanum.

Og sambært teimum hóskar ferðaætlanin væl til skúlagongdina hjá næmingunum, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann. 

Avbjóðingar vóru við busssambandinum millum Sundalagið og Vestmanna.

Men fyri at gera tað lættari hjá næmingum í Sundalagnum (Eysturoy og Norðoyggjum) at ferðast til Miðnám í Vestmanna, var leið 460 sett í verk fyrr í ár, har bussur koyrir frá Oyrarbakka til Kollafjarðar.

Savnast í Kollafjarðardali

Næmingar úr Sundalagnum, Havn og Vágum savnast í Kollafjarðardali, og fara saman við bussinum til Vestmanna.

Jørgen Niclasen sigur, at skal beinleiðis bussruta skipast millum Vágar og Vestmanna, fara tveir bussar samstundis til Vestmanna.

Bussruta er millum Glasir og Vágar, og arbeitt verður við busssambandi millum Gásadal, Bø og Sørvág, so m.a. miðnámsskúlanæmingar úr hesum bygdum hava busssamband millum heimbygd og miðnámsskúla, sigur Jørgen Niclasen í svarinum til Jóhannis Joensen. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329